Tóku sløk 21.000 tons annan ársfjórðing

Tóku sløk 21.000 tons annan ársfjórðing
Bakkafrost tók 12.900 tons í alibrúkunum norðan fyri Føroyar, og 7.900 tons í skotsku alibrúkunum
 
03.07.2020 - 10:59

Bakkafrost tók sløk 21.000 tons av laksi í øðrum fjórðingsári. 12.900 tons vórðu tikin í alibrúkunum sum felagið hevur norðan fyri í Føroyum, og 7.900 tons vórðu tikin í brúkunum, sum felagið hevur í Skotlandi.

Tað upplýsir felagið fyri partabrævamarknaðinum í Oslo. Samstundis verður upplýst, at Havsbrún seldi 22.100 tons av alifóðri, og virkið keypti 120.000 tons av rávøru.

Úrslitið hjá Bakkafrosti fyri annað fjórðingsár, verður almannakunngjørt 25. juli, upplýsir felagið fyri partabrævamarknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109