- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina videoeftirlit í Føroyum
Kina videoeftirlit í Føroyum
Kinesikir matvørumyndugleikar hava videoeftirlit á virkjum, sum útflyta matvørur til landið, eftir at COVID-19 varð staðfest á skeribretti við laksi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-01-28-10h11m57s911.png?itok=UVkMPzBN)
Eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni vitja føroysk virki, og greiða frá umvegis videoleinki til Kina
30.06.2020 - 07:09
Kina hevur nú videoeftirlit í Føroyum. Síðani COVID-19 varð staðfest á einum skeribreitti við laksi í Beijing, vilja kinesiskir matvørumyndugleikar hava videoeftirlit á virkjum, sum útflyta matvørur til Kina.
Í dag er slíkt eftirlit á tveimum føroyskum virkjum. Fyrst verður videofundur millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og GACC, kinesiska matvørumyndugleikan, um matvøruvirkini og støðan viðvíkjandi COVID-19 verður viðgjørd og umrødd.
Landslæknin er eisini við á fundinum. Síðani verður farið á videoeftirlit á virkjunum, har eftirlitsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og fólk frá virkjunum fara at greiða frá umvegis videoleinki til GACC.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV