Atlantic fær nýtt flogfar í kvøld

Atlantic fær nýtt flogfar í kvøld
Tá flogfarið hevur sett seg í Vágum, fær tað navn, sum verður kunngjørt á facebook
Flogfarið, sum verður langtíðarleigað, er sama slag sum Airbus 320 neo-flogfarið, sum Atlantsflog hevur frammanundan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2020 - 16:28

Í kvøld kemur nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways, sum felagið hevur langtíðarleigað.

Flogfarið er nýtt, og sama slag sum Airbus 320 neo-flogfarið, sum Atlantsflog hevur frammanundan. Tað er smíðað í Fraklandi.

Flogfarið kemur í flotan, hóast Atlantic Airways er sera meint rakt av koronukreppuni, men tey í leiðsluni hava ikki mist mótið, tí nú gongur framá aftur.

Flogfarið skal flúgva á Danmarkar- og Íslandsleiðini, sum enn eru einastu lond, sum flogið verður til, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways:

Tá flogfarið er komið í Vágar í kvøld, fær tað navn.

Hini flogførini hjá felagnum hava navn eftir kendum listafólkum, og tað fær nýggja flogfarið eisini. Navnið verður avdúkað á facebook, upplýsir Jóhanna Bergi, stjóri.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226