- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava greiðari uppskot um serskatt

Fyri at sleppa undan rættarmálum, hevði eitt greiðari lógaruppskot verið betri.
Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur sent Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, nakrar spurningar um uppskotið um serskatt, tá vinningur fæst fyri at selja veiðirættindi.
Men Jørgen Niclasen heldur tó ikki, at vandin fyri rættarmálum er størri enn í aðrari skattalóggávu, sum líkist hesari.
Fíggjarnevndin spyr eisini, hvussu orðingin endalig avhending skal skiljast.
Allar avhendingar
Jørgen Niclasen svarar, at endalig avhending eru allar avhendingar av rættindum eftir lógini um sjófeingi, uttan avhendingar fyri eitt ár í senn.
Fíggjarnevndin sigur eisini, at vandi er fyri virkistøming fyri at sleppa undan skattinum.
Vandin er har, ásannar landsstýrismaðurin. Men hann er ikki stórur. Og Taks hevur einki ítøkiligt dømi at vísa á, sigur hann.
Fíggjarmálaráðið dugir ikki at síggja, at henda lógin í sær sjálvum ger, at serligur vandi er fyri virkistøming, soleiðis at skilja, at eingin peningur er eftir í felagnum at gjalda skattin.
