- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongustjórn skipað í Eysturríki
Samgongustjórn skipað í Eysturríki
Konservativi flokkurin, sosialdemokratarnir og liberali frælsisflokkurin eru í nýggju stjórnini.

Forfólkini í teimum trimum flokkunum, sum hava skipað nýggja stjórn í Eysturríki.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
27.02.2025 - 14:59
Nýggj stjórn er skipað í Eysturríki.
Konservativi flokkurin, ÖVP, sosialdemokratarnir, SPÖ, og liberali frælsisflokkurin, FPÖ, hava skipað samgongustjórn, skrivar Reuters.
FPÖ gjørdist størsti flokkurin á valinum í september.
Tað hevur gingið striltið at skipa stjórn í Eysturríki, og fleiri ferðir eru samráðingarnar kollsigldar.
Teir tríggir flokkarnir, sum nú eru samdir um at skipa stjórn, fara í dag at kunngera samgonguskjalið.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV