- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byggiloyvi til Argja kirkju aftur fyri býráðið í dag

Ein umsókn um prinsipielt byggiloyvi til nýggja kirkju við Støðlagøtu á Argjum er á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í dag.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, hevur biðið um at fáa málið á skránna.
Býráðið hevur annars givið byggiloyvi.
Men tað var á skeivum grundarlagi, tí Føroya kærustovnur hevur gjørt av at vísa málinum aftur til nýggja viðgerð hjá kommununi.
Grannar kærdu
Nakrir grannar hjá ætlaðu kirkjuni kærdu til Kærustovnin 3. apríl í fjør, tí teir ikki vóru hoyrdir í málinum.
Niðurstøðan hjá Kærustovninum er, at kommunan hevur ikki partshoyrt nærmastu grannarnar sum hon skal gera sambært fyrisitingarlógini. Tí verður málið sent kommununi aftur.
Tá kirkjuráðið á Argjum stutt fyri jól í fjør gjørdi sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja kirkjuna við Sandá, var sagt, at arbeiðið skuldi byrja 5. mars, mikudagin í næstu viku.