Ísrael sendir samráðingarfólk til Kairo

Ísrael sendir samráðingarfólk til Kairo
Fyrsta stigið í vápnahvíldsaravtaluni millum Ísrael og Hamas fer úr gildi leygardagin
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, kannar, um grundarlag er fyri at fara undir samráðingar við Hamas um vápnahvíldaravtaluna.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.02.2025 - 14:13

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sent ein sendinevnd til egyptiska høvuðsstaðin, Kairo, at kanna møguleikarnar, um grundarlag er fyri at fara undir samráðingar um annað stigið í vápnahvíldaraavtaluni við Hamas. 

Tað upplýsir ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, sambært tíðindastovuni Reuters. 

Fyrsta stigið í avtaluni fer úr gildi leygardagin. 

 

Samráðingar skuldu verið byrjaðar

Samráðingar um annað stigið skuldu verið byrjaðar fyri fleiri vikum síðani, men er tær eru útsettar fleiri ferðir, tí báðir partar - Ísrael og Hamas - leggja hvønn annan undir at bróta vápnahvíldina.

Tá vápnahvíldin var kunngjørd fyrst í januar, ljóðaði, at annað stigið í avtaluni fór at áseta, at fleiri palestinskir fangar skuldu latast leysir og allir ísraelsku gíslarnir, sum Hamas framvegis hevur. 

Annað stigið skuldi eisini umfata eina varandi vápnahvíld og fullkomna ísraelska afturtøku úr Gasa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344