Hava tørv á einum sjókaðali afturat

Hava tørv á einum sjókaðali afturat
Eitt oyggjasamfelag sum Føroyar hevur tørv á í minsta lagið tríggjar kaðalar út í heim, og málið hevur skund, heldur stjórin í Føroya Tele
27.02.2025 - 18:10

Í løtuni verður kannað, um møguleiki er fyri at fáa ein sjókaðal afturat út í heim, og tað arbeiðið verður liðugt í desember í ár.

Sum nú er hava Føroyar tveir virkandi sjókaðalar út í heim - Farice og Shefa 2-kaðalin.

Seinastu tvey árini hava vit upplivað, millum annað í Eystrasalti, at kaðalar eru kvettir av við vilja, og tí mugu vit eisini taka hædd fyri, at tað kann henda her, heldur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.

Hann heldur tað vera átrokandi, at eitt oyggjasamfelag sum Føroyar hevur í minsta lagið tríggjar kaðalar út í heim.

Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum, og hann tekur støðuna í álvara.

Í verjusemjuni fyri Arktis stendur millum annað at lesa, at møguleikin fyri at gera ein nýggjan kaðal til Føroya og Grønlands skal kannast, og hetta arbeiðið skal vera liðugt í desember í ár. Ísland hevur eisini víst áhuga at vera við í hesi verkætlanini.

Men ein tílík verkætlan kostar nógvan pening. Shefa 2-kaðalin, sum kom í 2007, kostaði umleið 140 milliónir krónur, men ein nýggjur kaðal verður nógv dýrari, sigur Kristian R. Davidsen.

Stjórin í Føroya Tele heitir tí á landsstýrið at raðfesta kritiska undirstøðukervið.

Landsstýrismaðurin er samdur við hesum, men at fleiri dýrar verkætlanir standa fyri durðum. Bjarni Kárason Petersen sigur, at skal ein tílík verkætlan gerast veruleiki, so skulu fleiri partar vera við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344