Kostar 95 milliónir at útbyggja skúlan í Leirvík

Kostar 95 milliónir at útbyggja skúlan í Leirvík
Fýra tilboð komu upp á arbeiðið
Fimm fyritøkur vóru bodnar at lata tilboð, og inn komu fýra tilboð - frá Búsetri, Kanjon, Articon og HVT.
Mynd: Eysturkommuna  
 
27.02.2025 - 15:30

Tað fer tilsamans at kosta 95 milliónir krónur at byggja skúlan út í Leirvík.

Tað metir Eysturkommuna.

Tilboðini upp á útbyggingina vóru latin upp í gjár.

Fimm fyritøkur vóru bodnar at lata tilboð inn, og inn komu fýra tilboð, frá Búsetri, Kanjon, Articon og HVT.

Útbyggingin fevnir um at taka partar av skúlabygningunum í Leirvík niður, og nýbygging av skúlastovum, fimleikahøll, tónleikastovu, bókasavni og lærarahølum v.m.

Kanjon átti lægsta boðið, 64,5 milliónir kr.. HVT bjóðaði 72,2 milliónir, Articon 78,3 milliónir, og Búsetur segði seg kunna gera arbeiðið fyri 80,6 milliónir krónur. 

Umframt tað, sum byggifyritøkurnar skulu gera, eru ymiskar aðrar útreiðslur. Tilsamans er alt mett at kosta 95 milliónir krónur.

Eysturkommuna fer nú undir at kanna tilboðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344