- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triði hjálparpakkin lagdur fyri tingið

Uppskotið um hjálparpakka 3 er nú lagt fyri tingið.
Á tingfundinum seinnapartin vórðu fleiri uppskot løgd fram, ið skulu veita stuðul í samband við COVID-19-farsóttina.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eigur tvey av uppskotunum. Annað er um at eftirgeva Framtak 30 milliónir krónur í láni, so at Framtak kann veita lán til ferðavinnufyritøkur.
Hitt er eitt uppskot um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19. Uppskotið fevnir um ferðavinnufyritøkur, sum í tíðarskeiðinum 12. mars 2020 til og við 30. juni 2020 hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40 prosent
Fólkapensjónistar og listafólk
Tvey onnur uppskot er eisini um stuðul í samband við COVID-19.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, skjýtur upp at tryggja sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru fólkapensjonistar, so tey ikki vera fyri brádligum inntøkumissi vegna koronu
Og Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt fram uppskot um at veita stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í samband við COVID-19.
