- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forboðið at ferðast við hundi og kettu

Nú verður forboðið at ferðast við hundi og kettu úr Føroyum og aftur til Føroya.
Og treytirnar fyri at innflyta djór, sum ikki áður hava verið í Føroyum, verða herdar.
Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum er send til hoyringar.
Orsøkin til, at ætlanin er at herða reglurnar um hundar og kettur og onnur djór, er vandin fyri sjúkum.
Tænastuhundar, førarahundar og stuðulshundar eru undantiknir forboðnum fyri at ferðast uttanlands við hundi og kettu.
Varðveita djórasjúkustøðuna
Uppskotið um kunngerð skal tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveidd, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt uppskotið.
Uppskotið skal eisini gera fyrisitingina einfaldari, bæði fyri fólk og myndugleikar. Hoyringarfreistin er til 25.juni.
Sjálvt uppskotið um kunngerðina er, við fylgiskjølum, 33 A4 síður. Men ein samandráttur, sum er fimm síður, er eisini gjørdur.
Bæði eru á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, sum er uvmr.fo., tey eru undir uppskot til ummælis.
