Samráðingarnar byrja aftur

Samráðingarnar byrja aftur
Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum byrja aftur hesa vikuna.
 
08.06.2020 - 13:22

Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum byrja aftur hesa vikuna, sigur Jan Mortensen, stjóri.

Samráðingar vera við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið og kanska okkurt felag aftrat.

Í farnu viku gjørdu feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag nýggjan tvey ára sáttmála.

Sáttmáli varð eisini gjørdur millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið í farnu viku, men fríggjadagin boðaði Jørgin Niclasen, landsstýrismaður frá, at hann ikki góðtekur sáttmálan.

Samband millum partarnar
Landsstýrismaðurn kunnaði fakfeløgini á fundi hálvan mai um støðuna, og mælti feløgunum til at vísa hógv í samráðingunum.

Fleiri feløg hava svarað aftur, men eingin fæst at siga hvat svarið er.

Føroya Lærarafelag hevur samráðst síðani 31. oktober í fjør, tá krøvini vórðu løgd fram. Jákup Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at felagið nú bíðar eftir samráðingunum við Lønardeildina, og hann vil ikki avdúka, hvat felagið hevur boðað frá, tað verður gjørt á samráðingarfundinum, sigur hann.

Føroya Kommunufelag fer at umrøða støðuna, eftir at landsstýrismaðurin vrakaði sáttmálan sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið í farnu viku.

Dennis Holm, formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at hann ikki vil gera viðmerkingar til støðuna í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344