Nýggja skipanin ikki klár

Nýggja skipanin ikki klár
Nú sjey dagar eru til 15. juni er enn óvist hvat skal koma í staðin fyri sóttarhald
 
08.06.2020 - 14:18

Tað væntar enn nakað í, áðrenn til ber at fara alment út við nýggju reglugerðini, sum skal forða fyri at Korona kemur til landið aftur. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hóast landsstýrismaðurin ikki kann siga nakað alment um nýggju reglugerðina, so upplýsir hann, at heilsuverkið ikki kann taka sær av at kanna frísk fólk á flogvøllinum ella á kajini. Tey hava nóg mikið at gera við sjúkum fólki. Og tí hevur samband verið við privatar fyritøkur, sum hava bjóðað seg til uppgávuna.

Kaj Leo Holm Johannesen vil tó ikki siga enn, um tað verður ein privatur leistur ella ein almennur, sum kemur at taka sær av, at nýggju sóttarhaldsreglurnar verða fylgdar. 

Tað var á tíðindafundi 29. mai, at landsstýrið kunngjørdi, at núverandi sóttarhaldsreglur fyri ferðandi halda uppat frá 15. juni. 

Tá bleiv eisini upplýst, at ein nýggj skipan skuldi koma í staðin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344