Neyðugt við broytingum í stýrisskipanarlógini

Neyðugt við broytingum í stýrisskipanarlógini
Meirilutin í grein 25-nevndini vísir á, at neyðugt verður helst at endurskoða og dagføra tað, sum lógin sigur um fíggjarmál og kommunur
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur verið formaður í grein 25-nevndini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2020 - 09:42

Fleiri broytingar eru neyðugur í stýriskipanarlógini frá 1994.

Tað sigur meirilutin í grein 25 nevndini, sum viðgjørdi uppskotið um at broyta stýriskipanini, so orðið menn verður fólk.

Í meirilutanum eru Jógvan á Lakjuni, Frimodt Rasmussen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen.

Millum annað sigur lógin, at løgtingslógir ella partur av løgtingslógum hava ikki gildi, um tey ganga ímóti millumtjóðasáttmálum, sum Føroyar hava gjørt, ella sum Danmark hevur gjørt, og hesin sáttmáli eisini fevnir um Føroyar.

Neyðugt er helst eisini at endurskoða og dagføra tað, sum stýriskipanin sigur um fíggjarmál og kommunur, sigur meirilutin í grein 25 nevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344