Stýrisskipanin verður ikki broytt

Stýrisskipanin verður ikki broytt
Samgongan og Sjálvstýri halda, at veruligt fyrireikingararbeiði eigur at verða gjørt, áðrenn broytingar verða gjørdar í stýrisskipanarlógini
Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm eiga uppskotið um at gera broytingar í stýrisskipanarlógini
 
03.06.2020 - 08:51

Stýriskipanin verður ikki broytt í hesum umfarinum.

Meirilutin í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttur í Tjóðveldi, mælir frá at samtykkja uppskotið. Umframt samgonguna er Sjálvstýri í meirilutanum. 

Grein 25 nevndin hevði fimm fundir um uppskotið.

Fyrireikingararbeiði

Yvirskipað heldur meirilutin, at áðrenn komið verður í løgtingið við broytingum í einari so týdningarmiklari og prinsipiellari lóg, eigur veruligt fyrireikingararbeiði at verða gjørt, har øll politiska skipanin saman við serfrøði á økinum er umboðað.

Alt eigur at verða gjørt fyri at hava so breitt grundarlag og at finna so víðfevnda semju sum gjørligt. Uppskotið er at broyta orðið maður í stýriskipanarlógini til fólk.

Framsókn tekur undir við broytingini

Saman við Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttur, sum eiga uppskotið, mælir Bjarni Kárason Petersen í Framsókn til at samtykkja tað.

Tey halda ikki, at tað er ein grundgeving fyri at fella uppskotið, at aðrar broytingar eisini skulu eisini gerast í stýriskipanarlógini.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla verða á løgtingsfundinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344