Løgtingið atkvøður um politilógina og PET í dag

Løgtingið atkvøður um politilógina og PET í dag
Samgongan og Javnaðarflokkurin í Rættarnevndini taka undir við uppskotinum, men Tjóðveldi er ímóti
Ætlanin er ikki at geva PET víðari heimildir enn PET hevur nú, sigur meirilutin í Rættarnevndnini
 
02.06.2020 - 08:49

Tjóðveldi mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotini um nýggju politilógina og lógina um PET, fregnartænastuna hjá politinum.

Løgtingið skal atkvøða um lógirnar í dag.

Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir siga í álitinum hjá Rættarnevndini, at Løgtingið eigur ikki at samtykkja lógir, sum geva útlendskum valdi heimildir at brúka móti fólkinum í Føroyum.

Yvirskipað vil Tjóðveldi hava løgregluna undir føroyskt málsræði sum skjótast. Og tað eigur løgtingið at virka fyri heldur enn at samtykkja politilógina og lógina um PET. 

Tjóðveldi hevur sum aðalmál, at Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land. Hetta er beinleiðis í andsøgn við endamálið hjá PET. 

Samgongan og Javnaðarflokkurin í parti

Meirilutin í Rættarnevndini, samgongan og Javnaðarflokkurin, tekur undir við lógaruppskotunum.Hann sigur, at nýggja politilógin fer at styrkja rættartrygdina í Føroyum. 

Í lógini eru ítøkiligar reglur um dagliga arbeiðið hjá politinum, millum annað, hvussu tað kann brúka vald og vápn. Landsstýrið hevur biðið Løgmálaráðið um at fáa politilógina, sum kom í Danmark í 2004, setta í gildi í Føroyum.

Um PET sigur meirilutin, at lógin ásetur nágreiniligar reglur fyri virksemið hjá PET í Føroyum. Í dag eru ongar nágreiniligar reglur um hetta. 

Ætlanin er ikki at geva PET víðari heimildir enn PET hevur nú, sigur meirilutin í Rættarnevndnini.

Lógin um PET, sum nú skal setast í gildi í Føroyum, er frá 2014. 

Tingfundurin í dag er kl.13.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344