Vilja hava frágreiðing um reyðæti

Vilja hava frágreiðing um reyðæti
Vinnunevndin tekur undir við uppskotinum hjá Henriki Old, løgtingsmanni
Henrik Old, løgtingsmaður, undrast á, at loyvi verða latin at fiska reyðæti, uttan at løgtingið hevur viðgjørt málið
 
29.05.2020 - 15:07

Løgtingið er samt um at biðja um eina frágreiðing um royndirnar eftir reyðæti við Føroyar og, hvussu útlitini eru fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi.

Henrik Old eigur uppskotið til samtyktar, og øll Vinnunevndin tekur undir við honum. Fiskimálaráðið hevur givið tilsøgn um fimm royndarloyvi at fiska reyðæti við Føroyar.

Nógvar umsóknir eru komnar um royndarveiðu eftir reyðæti.Fiskimálaráðið sendir tær til ummælis hjá Havstovuni.  

1,5 prosent av nøgdini

Tilmælið er, at kvotan í mesta lagi verður 1,5 prosent av mettu nøgdini av reyðæti.

Henrik Old heldur tað vera løgið, at slík loyvi verða latin,  uttan at løgtingið hevur viðgjørt, um reyðæti skal fiskast yvirhøvur, tí fiskur livir av reyðæti.

Vinnunevndin mælir til, at frágreiðingin um ætlaðu royndirnar at fiska reyðæti verður løgd fram saman við frágreiðingini um fiskivinnuna, sum landsstýrismaðurin sambært lógini um sjófeingi í september á hvørjum ári skal leggja fyri tingið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344