- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gevast at skjóta kóp fyri at varðveita útflutning
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/c8e592d3c4bb394e21711d2e5ddfc9b9.png?itok=N864xr0O)
Skjóta føroyskir alarar kóp, keypir USA ikki laks úr Føroyum frá 2022.
Ein lóg er komin í USA, sum steðgar innflutningi av fiski úr londum, sum loyva hjáveiðu av havsúgdjórum.
Tað gera Føroyar. Alarar hava loyvi til at skjóta kóp.
Tí er neyðugt at broyta alilógina, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur lagt fram lógaruppskot um tað.
Hevur skund
Og hetta hevur skund, tí Uttanríkistænastan fekk 6. mars at vita frá amerikonsku myndugleikunum, at seinasti møguleiki hjá føroysku alivinnuni at grundgeva fyri, at føroyska alivinnan skal koma í yvirlitið við fiskiveiðu við lítlari ella ongari hjáveiðu ella týðandi skaða á havsúgdjór er 15. mai í ár.
Føroyar selja USA laks fyri 900 mió. kr. um árið.
Fyrsta viðgerð er á tingfundinum í dag.