873.000 krónur afturat til granskingarverkætlanir

bannari
873.000 krónur afturat til granskingarverkætlanir
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til fýra verkætlanir afturat, ið skula granska í korona-viðurskiftum
Tilsamans tríggjar milliónir krónur eru settar av til COVID-19 granskingarverkætlanir í átakinum, sum Granskingarráðið hevur tikið stig til
 
18.04.2020 - 10:20

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum, sum hevur fingið útivið eina hálva millión krónur játtaðar, skal greina um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID-19-sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina.

Hinar verkætlanirnar snúgva seg um árinið av COVID-19 á heilsustøðuna hjá 80 ára gomlum føroyingum, um árinið av øðrvísi skúlagongd hjá fólkaskúlanæmingum og um árinið á trúarlívið.

Tær fýra verkætlanirnar, ið fingu játtað stuðul í gjár, hava fingið tilsamans 873.000 krónur. Nú hava tilsamans sjey verkætlanir fingið 1,5 milliónir í stuðli frá COVID-19 átakinum, sum Granskingarráðið hevur tikið stig til.

Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans eru umleið tríggjar milliónir krónur settar av til COVID-19 granskingarverkætlanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109