180 fólk hjá Atlantic fara í ALS

180 fólk hjá Atlantic fara í ALS
Neyðugt er at tátta í beinanvegin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri
 
20.03.2020 - 16:44

Umleið 180 starvsfólk hjá Atlantic Airways fara fyribils í serskipanina hjá ALS, so leingi avleiðingarnar av koronakreppuni merkjast av álvara.

Tað sigur flogfelagið í einum tíðindaskrivi seinnapartin.

Avleiðingarnar av COVID-19 eru í løtuni ógvisligar fyri flogfelagið, men talan verður um krepputiltøk í eitt avmarkað tíðarskeið fyri at tryggja haldførið til framtíðarvirksemið hjá felagnum.

- Tað er neyðugt at tátta í beinanvegin fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá føroyska flogfelagnum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Krepputiltøkini eru fyribils galdandi til 30. apríl. Um so er, at støðan broytist, verður virksemið tikið uppaftur sum skjótast, sigur flogfelagið í tíðindaskrivinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947