- Tíðindi, mentan og ítróttur
BRÁÐTÍÐINDI: Danmark stongir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mette_frederiksen.png?itok=ygAHJ1n0)
- Danmark hevur flutt seg til næstu fasuna viðvíkjandi coronasmittuni, tí danir nú smitta hvønn annan og smittan kemur ikki longur bert frá teimum, sum hava verið uttanlands, segði Mette Fredriksen á tíðindafundi fyri løtu síðan.
Danski forsætismálaráðharrin, Mette Fredriksen, kunngjørdi á tíðindafundinum, at tey fara at stongja skúlar og dagstovnar og øll innandura tilboð so sum bókasøvn í tvær vikur.
Og øll starvsfólk í tí almenna, sum ikki hava eina kritiska funktión, so sum starvsfólk á sjúkrahúsum, løgregla og líknandi, skulu arbeiða heimífrá.
- Tiltøkini, sum nú verða sett í verk, fara at ávirka allar borgarar í landinum, segði Mette Fredriksen á tíðindafundinum fyri løtu síðan.
Sjúkrahúsini mangla resperatorar og starvsfólk, og 514 danir eru smittaðir av corona, kunngjørdi Mette Fredriksen.
- Vit mugu standa saman við at halda okkum burtur frá hvørjum øðrum, segði Mette Fredriksen.