- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val í Ísrael fyri triðju ferð í eitt ár
Val í Ísrael fyri triðju ferð í eitt ár
Sambært meiningakanningum fær hvørgin vongurin meiriluta í Knesset hesaferð heldur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/val_i_isreal_1.png?itok=nnEPuyDV)
Valhølini í Ísrael lótu upp tíðliga í morgun
02.03.2020 - 09:19
Valhølini í Ísrael lótu upp klokkan seks í morgun. Ísraelar skulu fyri triðju ferð í eitt ár velja nýtt tjóðarting.
Hildið verður, at tað fer at verða javnt millum høvuðsvalevnini, Benjamin Netanyau í høgraflokkinum Likud, og andstøðuleiðaran í miðsamgonguni, Benny Gantz.
Sambært meiningakanningum fær hvørgin meiriluta í Knesset, og sostatt kann politiski ruðuleikin halda fram eisini eftir hetta valið.
Í Ísrael hava 6,4 milliónir valrætt, men tað er óvist, hvussu stór vallutøkan verður, skrivar NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV