- Tíðindi, mentan og ítróttur
Coronavirusið komið til Danmarkar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/covid-19_corona_coronavirus.png?itok=XHgbkS4e)
COVID-19 virusið er komið til Danmarkar. Talan er um eitt starvsfólk á TV2, sum hevur verið á skíferiu í Lombardínum í Norðuritalia, upplýsir heilsu- og eldramálaráðið í tíðindaskrivi, sum DR endurgevur.
– Vit taka málið í størsta álvara, og arbeiðið at forða fyri at virusið breiðir seg, er byrjað, sigur Magnus Heunicke, heilsu- og eldramálaráðharri.
Maðurin kom til Danmarkar mánadagin, og hann gjørdist sjúkur í gjár. Hann varð kannaður á universitetssjúkrahúsinum í Roskilde, og har varð staðfest, at talan er um COVID-19 virusið.
Familjan ikki smittað
Maðurin skal vera við hús, og ikki koma í samband við onnur. Konan og sonurin hava ikki fingið virusið.
– Vit eru skelkað av tí sum er hent, tí vit hildu tað ikki vera møguligt, skrivar maðurin, Jakob Tage Ramlyng, á Facebook.
Hann og familjan skulu halda seg við hús í tvær vikur. Samstundis tosar stýrið fyri sjúklingatrygd við mannin, fyri at fáa greiðu á, hvørji fólk hann hevur tosað við. Tað verður gjørt, fyri at steðga virusinum at breiða seg.