- Tíðindi, mentan og ítróttur
Folketrygd hevði 29,5 mia. kr. í avlopi
Folketrygd hevði 29,5 mia. kr. í avlopi
Eginognin í Folketrygd, sum føroyingar eisini gjalda í, er nú 269 milliardir krónur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/norskar_kronur.png?itok=Ffv6iXnf)
Eginognin hjá Folketrygd er nú 269 milliardir krónur
26.02.2020 - 10:09
Tað eru nógvir føroyingar sum rinda til norsku Folketrygd, tí teir arbeiða í Noregi. Folketrygd hevði eitt metgott ár í fjør, tí úrslitið vaks 12,4 prosent, og var tilsamans 29,5 milliardir krónur, skrivar DN.
Úrslitið er almannakunngjørt, og eginognin hjá Folketrygd er nú 269 milliardir krónur. Úrslitið var tað besta í søguni hjá Folketrygd, upplýsir stjórin, Kjetil Houg, í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV