- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesarar funnið heilivág fyri coronavirus
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/corona.jpg?itok=NPwOHdCW)
Myndugleikarnir í Kina siga, at granskarar á Tianjin-universitetinum hava funnið heilivág fyri coronavirus. Talan er um tablettir, sum skulu verja fólk fyri virusinum.
Huang Jinhai, professari, sigur við kinesisku tíðindastovuna, Global Times, at hann sjálvur hevur tikið fýra tablettir, og at hann ikki merkir nakað óvanligt av teimum.
Hann sigur, at tablettirnar styrkja immunverjuna og verja samstundis fyri COVID-19 virusinum. Jinhai leggur aftrat, at heilivágurin møguliga kann lekja tey, sum eru sjúk.
Heilivágurin er ikki komin á marknaðin, tí fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn heilivágurin kann seljast, siga granskararnir.
Gongur í minsta lagi eitt ár
Aðrir granskarar siga seg rokna við, at tá kanningarnar av nýggja heiliváginum eru lidnar, so man tað mesta av einum ári vera gingið, so heilivágurin verður neyvan tøkur fyrr enn um í minsta lagi um eitt ár, sigur danski granskarin, Randrup Thomsen.
Hann fegnast kortini um, at kinesisku granskararnir hava funnið ein heilivág, sum kanska kann nýtast, skrivar TV2. Stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, sigur við TV2, at nýggi heilivágurin verður ikki tøkur í bræði.
Hann vísir á, at longu tá COVID-19-virusið varð kent, fóru granskingarstovnar, við stuðuli frá millum øðrum Heimsheilsustovninum, undir at finna heilivág, men hann verður ikki klárur fyrr enn í fyrsta lagi um hálvt til hálvtannað ár.