- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdir í størsta rúsevnismáli í Íslandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kokain.png?itok=TzIGlNjP)
Í Íslandi eru tríggir menn dømdir í størsta rúsevnismáli í søgu Íslands.
Teir fingu úr seks upp í sjey ára fongsulsrevsing.
Menninir eru dømdir fyri at hava smuglað 16 kilo av kokaini til Íslands úr Týsklandi í mai í fjør.
Ein av monnunum varð dømdur fyri at hava skipað fyri smuglingini, og hinir báðir fyri at hava smuglað.
50.000 kr. fyri kilo
Teir báðir menninir greiddu í rættinum í gjár frá, at teir hildu seg bara skula smugla 3-4 kilo av rúsevnum í part, og at teir fingu 50.000 krónur í part fyri hvørt kilo, sum teir smuglaðu.
Annar teirra varð steðgaður á flogvøllinum í Keflavík við átta kilo av kokaini í taskuni.
Og løgreglan í Frankfurt fann taskuna hjá hinum mannin. Hon stóð eftir í floghavnini.
Triði maðurin, sum samskipaði smuglingina, noktaði seg sekan.
Hetta er størsta nøgd av kokaini, sum íslendska løgreglan hevur lagt hald á í einum, skrivar íslendska kringvarpið.