- Tíðindi, mentan og ítróttur
Írska stjórnin lagt frá sær
Írska stjórnin lagt frá sær
Leo Varadkar verður kortini sitandi sum forsætisráðharri, til nýggj stjórn er skipað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/varadkar.jpg?itok=RQVhshs6)
Leo Varadkar er nú fyribils forsætisráðharri í Írlandi
21.02.2020 - 09:05
Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, boðar frá, at stjórnin leggur frá sær, men hann verður sitandi sum forsætisráðharri, til ein nýggj stjórn er skipað.
Val var í Írlandi 8. februar, men eingin flokkur fekk nóg mikið av atkvøðum til at fáa valdið einsamallur, og tí er neyðugt við meira enn einum flokki í stjórn.
Í gjár skuldu so tinglimirnir atkvøða um, hvønn teir vilja hava sum forsætisráðharra.
Kravið er 80 atkvøður, men Varadkar fekk bara 36 atkvøður.
Leiðarin í Sinn Fein, Mary Lou McDonald, fekk flestar atkvøður, men 35 færri enn tað, sum krevst.
Tí skal atkvøðast einaferð aftrat, og tað verður 5. mars, skriva AFP og Ritzau.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV