Trump brúkar fýra milliónir til konsulát í Nuuk

Trump brúkar fýra milliónir til konsulát í Nuuk
Eftir ætlan letur konsulátið upp í hesum árinum
Ætlanin hjá Trump um konsulát í Grønlandi verður helst góðkend í Kongressini
 
20.02.2020 - 09:56

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett góðar fýra milliónir krónur av til eitt amerikanskt konsulát í Nuuk í Grønlandi.

Tað skrivar miðilin, Politico, sambært Ritzau.

Hetta verður tó ikki fyrsta amerikanska konsulátið í Grønlandi. 

Í 1940 læt USA upp konsulát í Grønlandi, eftir at Týskland hevði hersett Danmark. Konsulátið læt aftur í 1953.

Ætlanin góðkend

Í desember í fjør upplýsti danska uttanríkisráðið, at tað hevði góðtikið ætlaninar hjá USA um konsulát í Nuuk.

Sambært Politico verður stjórnaruppskotið helst góðtkent  í Kongressini, tí Grønland hevur stóran strategiskan týdning fyri USA. 

Sambært AP-tíðindastovuni, skulu sjey fólk arbeiða á konsulátinum, og tað letur eftir ætlan upp í ár, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369