Palme-morðið: Ákæra reist næsta ár

Palme-morðið: Ákæra reist næsta ár
Krister Petterson, ákæri, sigur, at góðar slóðir eru at elta
 
19.02.2020 - 10:04

Svenski ákærin í Olof Palme-drápsmálinum, Krister Petterson, vónar at kunna koma við ákæru longu í ár. 

Eydnast tað ikki, verður kanningararbeiðið slept, skrivar Berlingske.

Tað sigur Krister Petersson í sendingini hjá svenska kringvarpinum: 'Veckans brott', sambært Berlingske.

 - Málið er at kunngera okkurt nýtt fyrra hálvár í ár, og eg eri bjartskygdur. Vit hava arbeitt nógv, og vit hava góðar slóðir at elta, sigur ákærin.

Dripin í 1986

Sosialdemokratiski forsætisráðharrin, Olof Palme, varð skotin til deyðis 28. februar 1986 á Sveavägen í miðbýnum í Stokkhólmi.

Nýggju slóðirnar eru 'sera áhugaverdar', og vit nærkast eini uppkláring av størsta drápsmálinum í svensku søguni, sigur Krister Petersson, ákæri.

 - Eg havi verið bjartskygdur, síðan eg tók málið í 2017, og eg havi arbeitt meirii við hesum, enn eg nakrantíð hevði væntað, sigur ákærin.

Í SVT-sendingini verður ríkisákærin spurdur, um roknast skal við, at ákæra verður reist móti einum gerningsmannni undir illgruna, men tað vil hann ikki svara.

Spennandi gongd

Johanna Björkman, advokatur, sum er knýtt at sendingini, heldur, at hetta er spennandi gongd, og tulkar tað sum, at ákærin hevur eina góða mynd av, hvat hendi, tá Palme varð myrdur, skrivar Berlingske.

Ein maður hevur fyrr verið ákærdur fyri morðið á Olof Palme. Christer Petersson varð dømdur fyri drápið í býrættinum í Stokkhólmi í 1989, men varð fríkendur í landsrættinum nakrar mánaðir seinni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369