- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boð eftir íslendsku bjargingartænastuni
Boð eftir íslendsku bjargingartænastuni
Boð vóru bjargingarfólkum stutt eftir midnátt í gjárkvøldið, tí ein fiskibátur hevði fingið motorbrek út fyri Vogar við Reykjanes
17.02.2020 - 17:29
Báturin rak skjótt inn móti landi. Ein maður var umborð á bátinum, ringt veður og stór alda var á leiðini.
Bjargingarlið úr Suðurnesi og manningin umborð á trolaranum, Sóley Sigurjóns, vóru við í bjargingini. Tey fingu ein enda í bátin og skuldu síðani sleipa hann til lands. Men maðurin umborð á lítla bátinum var útlúgvaður, og tí varð neyðugt at senda eitt av bjargingarfólkunum í gummibáti yvir til bátin at hjálpa manninum.
Báturin varð síðani sleipaður inn Hafnarfjørð. Umstøðurnar vóru ringar til bjargingararbeiðið, og bjargingarátakið varð ikki liðugt fyrr enn kl. 6 í morgun, skrivar mbl.is.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV