- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í Kina eru 143 deyð av COVID-19 seinasta samdøgrið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/corona_0.png?itok=yzFru_r-)
Við dagførdu tølunum í dag eru í minsta lagi 1.523 fólk deyð av smittuni. Men hinvegin vísa tølini eisini, at 7.171 fólk eru vorðin frísk eftir at tey hava fingið COVID-19-virusið.
Heilsumyndugleikarnir í Hubei-landslutinum, har smittan varð staðfest fyrstu ferð í desember, upplýsa, at 2.420 nýggir tilburðir av COVID-19 eru staðfestir.
Higartil 66.492 fólk smittað
Tilsamans í øllum Kina eru staðfestir 2.641 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið. Nú eru 66.492 persónar smittaðir av COVID-19-visurinum í Kina, sigur almenna heilsunevndin í Kina.
COVID-19 er nýtt slag av coronavirusi, og tað hevur breitt seg til meira enn 25 lond eftir at hon varð staðfest í Hubei-landslutinum í desember.
Heimsheilsustovnurin, WHO, fer hetta vikuskiftið undir kanningar í Kina, skrivar Reuters. Ein bólkur av altjóða og kinesiskum granskarum skulu fáa greiðu á, hvussu virusið breiðir seg, og hvussu álvarslig sjúkan er.
>> SÍ EISINI Coronavirus er nú í Danmark og Svøríki
Granskararnir skulu eisini royna at finna svarið, hvussu og nær meira enn 1.700 heilsustarvsfólk eru smittað, upplýsir WHO.
Fyrsti tilburður av COVID-19 er nú staðfestur í Afrika, og tað er í Egyptalandi, skrivar AFP-tíðindastovan. Fyrsta deyðsfall í Evropa orsakað av COVID-19 er staðfest í Fraklandi.
Amerikanarar flognir heim í morgin
Fyrsti fólkið í Evropa, sum er deytt av sjúkuni, er ein 80 ára gamal kinesiskur ferðamaður, sum er deyður á sjúkrahúsi í Paris. Hann varð fyrr í hesum mánaðinum innlagdur saman við dóttir síni, sum tó ikki er í vanda fyri smittuni longur.
Umborð á ferðamannaskipinum, Diamond Princess, sum liggur avbyrgt út fyri Tokyo í Japan, eru 67 nýggir tilburðir staðfestir, og sostatt eru nú tilsamans 285 fólk smittað umborð.
AP-tíðindastovan skrivar, at amerikanska sendistovan í Japan hevur sagt, at 380 amerikanskir borgarar, sum eru umborð á skipinum, verða flognir heim í morgin.