- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland og Kina eru størsta hóttanin móti Noregi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/morten_haga_lunde.jpg?itok=Hoygp3fG)
Russland og Kina eru størsta hóttanin ímóti Noregi og norskum áhugamálum.
Tað segði herovastin, Morten Haga Lunde, tá hann legði eina frágreiðing frá fregnartænastuni fram.
Hetta er tíggjundu ferð, at norska fregnartænastan leggur fram eina slíka meting.
Fregnartænasturnar í Russlandi og í KIna leggja seg alsamt meira út í viðurskiftini í londunum, sum meira eru at samanbera við einaveldi, segði herovastin.
Hann vísti á, at Russland støðugt økir um sítt virksemi á Kolahalvoynni og ymsastaðni í Barentshavinum.
Russisk hernaðarvenjing
At Russland ger vart við seg, var serliga sjónligt, tá landið í fjør skipaði fyri stóru venjingini, Ocean Schiled. Tá sendi landið meginpartin av sínum herflota í Norðsjógvin og í Norskahavið, so eingin ivi er um, at landið er ført fyri at gera nógv um seg, segði herovastin.
Samstundis var tann venjingin tann størsta, sum Russland hevur skipað fyri í meira enn 30 ár.
Í desember kom fram, at Russland er farið at byggja eina herstøð í Frans Josefs landi, har pláss eisini skal vera fyri flogførum. Tí er eingin ivi um, at Russland brynjar seg í Arktis, segði Morten Haga Lunde.
Fremst á tagilda økinum
Hann vísti eisini á, at Kina hevur sett sær fyri at vera líka sterkt sum USA á hernaðarliga økinum í 2050, samstundis sum landið ætlar at vera fremst á talgilda økinum.
- Tað fer at hava við sær, at kinesisk tøkni fær valdið á eitt nú 5G-netinum og øðrum tøknipallum, segði herovastin.
Og har hevur Noreg ikki stórvegis møguleikar at fylgja við, legði hann dent á.