Krevja 838 mió. kr. frá fyrrverandi stjóra

Krevja 838 mió. kr. frá fyrrverandi stjóra
Fyrrverandi stjórin í Nissan, Carlos Ghosn, flýddi úr Japan í desember, og hann er nú í Libanon
Carlos Ghosn flýddi úr Japan
 
12.02.2020 - 15:09

Japanski bilframleiðarin, Nissan, hevur stevnt fyrrverandi stjóranum, Carlos Ghosn. Nissan krevur 838 milliónir kr. í endurgjaldi.

Ghosn flýddi úr Japan í desember, eftir at hann var skuldsettur fyri fíggjarlig embætismisbrot, eitt nú skattaundandrátt og mutur. 

Hann er nú í Libanon.

Bilverksmiðjan krevur 10 milliardir yen, sum er endurgjald fyri tapið, sum Ghosn er atvoldin til.

Hjálptu fyrrverandi stjóranum

Um ársskiftið vórðu sjey fólk handtikin í Turkalandi, undir illgruna fyri at hava hjálpt fyrrverandi stjóranum í Nissan at flýggja úr Japan.  M.a. fýra flogskiparar og ein leiðari fyri eitt flutningsfelag.

Sambært fráboðanum kom Ghosn nýggjársaftan til Libanon, eftir at hann varð smuglaður úr Japan í einum kassa til ein kontrabass.

Fyrrverandi stjórin í Nissan, sum eisini var ovasti stjóri í fronsku bilverksmiðjuni, Renault, segði tá, at einki hald er í skuldsetingunum móti sær, og at hetta er úrslit av, at japansku myndugleikarnir eru ónøgdir um, at báðir bil-risarnir hava lagt saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109