- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vøruprísirnir í Kina hækka nógv
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/coronavirus.png?itok=nHvBODME)
Ongantíð seinastu átta árini eru prísirnir á vørum í Kina hækkaðir so nógv sum nú, og orsøkin er coronavirusið.
Landið ætlar um at lata upp fyri at innflyta størri nøgdir av matvørum, upplýsa myndugleikarnir.
Í januar hækkaðu prísirnir á matvørum meir enn 20 prosent, og á svínakjøti er prísurin meir enn tvífaldaður seinasta árið.
Størsta inflatión síðani 2011
Inflatión ger um seg, og hon hevur ikki verið so stór síðani í 2011, sigur greinarin, Lu Ting, í fíggjarhúsinum Nomura.
Búskaparfrøðingar siga, at prísirnir í Kina verða verandi høgir so leing,i sum tamarhald ikki fæst á coronavirusinum.
Lu Ting sigur, at tá støðan er, sum hon er nú, er ikki óvanligt at fólk leggja mat inn undir seg, og tað leggur eisini trýst á prísin.
Kinesiska heilsunevndin sigur í dag, at higartil eru 908 mfólk deyð í Kina av coronavirusinum, og meira enn 40.000 fólk eru sjúk, skriva Ritzau og AFP.