Suðurkoreiskur filmur skrivar Oscar-søgu

Suðurkoreiskur filmur skrivar Oscar-søgu
Filmurin "Parasite" skrivaði í nátt søgu, tá hann gjørdist fyrsti ikki enskt-talaði filmurin, sum vann Oscar-heiðursløn fyri besta film
Leikstjórin, Bong Joon Ho, takkar ftri heiðurin, tá filmurin Parasite í nátt fekk Oscar-heiðursløn
 
10.02.2020 - 07:58

Hetta hendi, tá Oscars-heiðurslønirnar vórðu handaðar fyri 92. ferð. Suðurkoreiski filmurin vann eisini heiður fyri bestu leikstjórn, besta handrit og sum besti altjóða filmur. 

Bong Joon-ho, leikstjóri, takkaði fyri og boðaði frá, at hann ætlaði sær at ballast til tann ljósa morgun. 

Filmurin Joker eisini heiðraður

Annars vunnu Renée Zellweger og Joaquin Phoenix ein Oscar sum besti kvinnuligi og mannligi filmssjónleikari fyri leiklut teirra í filmunum "Judy" og "Joker."

Laura Dern og Brad Pitt vunnu fyri besta hjá-leiklut í ávikavist "Marriage Story" og "Once Upon A Time In Hollywood".

Og íslendska tónaskaldið, Hildur Guðnadóttir, vann ein Oscar fyri besta uppruna filmstónleik, fyri hennara verk í filminum "Joker." 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369