- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland kunnar USA og Bretland um oljuleiting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_kielsen_3.jpg?itok=s33owowJ)
Landsstýrið í Grønlandi hevur samtykt fýra ára ætlan um olju og gass. Og landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur verið í USA og kunnað oljufeløgini um ætlanina.
Kunningin umfatar jarðfrøðina, nýggjastu kanningarnar og lóggávuna. Endamálið er at fáa lív í aftur áhugan fyri at leita eftir olju og gassi við Grønland.
Stórur eftirspurningur
Kim Kielsen sigur, at Grønland tekur undir við, at CO2 útlátið skal minka, - millum annað skal vatnorka brúkast í staðin fyri olju.
Men veruleikin er bara tann, at størri eftirspurningur eftir olju og gassi verður næstu árini. Og Grønland hevur sama rætt sum onnur at leita eftir og selja olju og gass, sigur Kim Kielsen.
Í dag er Kim Kielsen í London og kunnar oljufeløg har um ætlanina hjá Grønlandi at leita eftir olju og gassi.