- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesbos hoknar undir trýsti av flóttafólki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/flottafolk-lesbos-grikkaland.jpg?itok=jj1NWQex)
Myndugleikarnir í Grikkalandi stríðist fyri at halda skil á støðuna á oynni Lesbos, har talið av flóttafólki og reikandi, enn er vaksandi.
Samanbrestir hava eisin verið millum myndugleikar á staðnum og fólk, sum hava søkt um friðskjól í Evropa.
Hjálparfelagsskapir, sum arbeiða á oynni, hava fleiri ferðir sagt, at fólk skal flytast burtur av oynni. Fleiri av teimum siga eisini, at griska stjórnin ger ikki nóg mikið til at hjálpa fólkinum á oynni at taka sær av støðuni.
Metingar søgdu fríggjadagin, at umleið 20.000 flóttafólk vórðu á oynni og búðu tey í eini legu, sum upprunaliga var gjørd til í mesta lagið 3000 fólk.
Tá flóttafólkini koma til Lesbos og søkja um friðskjól í Evropa, skulu tey verða verandi sambært ES reglum. Tey skulu verða verandi á oynni meðan umsóknin er í viðgerð, men tað tekur ógvuliga langa tíð.