- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyribils góð tíðindi um Corona
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/corona-wuhan-ap.jpg?itok=fBvxn79J)
Talið á fólkum, sum eru blivin smittað av coronavirusi hevur verið minkandi tveir dagar á rað. Tað boðar heimsheilsustovnurin, WHO, frá í dag.
Hetta eru góð tíðindi, men ein skal ansa eftir at leggja alt ov nógv í tað, tí smittutilburðirnir kunnu økjast aftur, sigur aðalstjórin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, við BBC.
Kring allan heimin vóru tilsamans 3.900 fólk, ið blivu smittað mikudagin, men talið fall fyrst til 3.700 fyrradagin, og í gjár ljóðaði talið upp á 3.200 fólk, ið blivu coronasmittað tann dagin.
Helst færri tilburðir í summar
Bretski professarin í medisini, Paul Hunter, fegnast eisini um gongdina, men hann sigur við The Guardian, at tað ber enn ikki til at staðfesta, um bilbugt er fingin á smittuni.
Tað vita vit ikki fyrr enn um eina viku, sigur Paul Hunter. Hann sigur tó, at virusið spjaðir seg meira um veturin samanborið við um summarið.
So sjálvt um smittutilburðirnir aftur blíva fleiri í tali, er tað sannlíkt, at á norðari hálvkúlini fara smittutilburðirnir at blíva færri, tá summarið kemur, leggur Paul Hunter afturat í samrøðu við the Guardian.
Stórur eftirspurningur eftir maskum
Heimsheilsustovnurin WHO segði í gjár, at maskur og trygdarútgerð eru blivin globalar mangulvørur. Eftirspurningurin er hundrað ferðir størri enn vanligt, og prísurin er tjúgufaldaður, sigur aðalstjórin í WHO.
Sambært WHO eru fleiri enn 31.000 í Kina smittað við Coronavirussi. 637 í Kina eru deyð orsaka av virusinum.
Uttanfyri Kina er higartil staðfest, at ein persónur er deyður orsaka av coronavirusinum. 270 smittutilburðir eru staðfestir í 24 londum, tá Kina ikki er talt við.