- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: USA hevur dripið al-Qaeda-leiðara í Jemen
Trump: USA hevur dripið al-Qaeda-leiðara í Jemen
USA hevur dripið Qasim al-Raymi, sum var al-Qaeda-leiðari á arabisku hálvoynni, sigur amerikanski forsetin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/qassim_al-rimi.jpg?itok=xXrBed1d)
USA sigur seg hava dripið al-Qaeda-leiðaran Qasim al-Raymi seint í januar mánað
Mynd: Yemeni Ministry of Interior
07.02.2020 - 08:35
Qasim al-Raymi varð dripin undir einum antiyvirgangs átaki í Jemen. Tað upplýsir amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út í nátt.
Tað er ikki greitt, nær Qasim al-Raymi bleiv dripin. Tað verður onki sagt um tað í tíðindaskrivinum, men fleiri miðlar vilja vera við, at al-Qaeda-leiðarin varð dripin í einum dronuálopi í Jemen 31. januar.
Amerikanska uttanríkisráðið hevði lovað eina finningarløn uppá tíggju milliónir dollarar, sum er umleið 68 milliónir krónir, fyri upplýsingar, sum kundu føra til, at Qasim al-Raymi bleiv funnin, skrivar tíðindastovan DPA.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV