Thorning tekur seg úr leiðandi starvi

Thorning tekur seg úr leiðandi starvi
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin skuldi standa á odda fyri eini nevnd, sum kannar skattasvik
 
07.02.2020 - 16:05

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, vísir aftur, at hon hevur snýtt í skatti.

Men hon tekur seg aftur úr einum leiðandi starvi í einari nevnd, sum hon hevur fingið í ST. Henda nevndin skal arbeiða ímóti skattasviki

Hon sigur seg stúra fyri, at tíðindini um, at hon hevur havt samskifti við feløg í skattaskjóli, fara at fylla meira enn arbeiðið í nevndini, sigur hon í einum telduposti til Ttðindastovuna Ritzau.

- Eg havi valt at taka meg aftur. Arbeiðið í serligu nevndini hjá ST hevur stóran týdning, og eg vil ikki, at arbeiðið verður darvað av nøkrum, sigur hon í boðunum til tíðindastovuna.

Ekstra Blaðið skrivaði um málið

Tað var Ekstra Blaðið, sum skrivaði, at Helle Thorning Schmidt, eigur part í einum felagi á oynni Jersey, sum er kend sum skattaskjól.

Harumframt er hon í tveimum nevndum hjá feløgum, sum beinleiðis hava tilknýti til skattaskjól.

- Bæði feløgini rinda skatt, har tey hoyra heima. Safelane Global Holdings rindar skatt í Bretlandi, og Carsøe rindar skatt í Danmark. Nevndarlimirnir rinda eisini skatt, har tey búgva, sigur hon í boðunum til Ritzau.

Herfyri fekk Helle Thorning Schmidt eitt týðandi starv í ST, har hon skuldi vera partur av eisini serligari nevnd, sum skuldi virka fyri at steðga sviki í skatti og steðga skattaskjólum. Hon vísir tíðindunum í Ekstra Blaðnum aftur, men velur samstundis at fara burtur úr nevndararbeiðinum í ST.

Vildi ikki gera viðmerkingar

Ekstra Blaðið sigur seg í fleiri vikur hava roynt at fáa viðmerkingar frá Helle Thorning Schmidt, men tað hevur ikki eydnast.

Helle Thorning Schmidt skuldi vera annar av tveimum formonnum í serligu nevndini hjá ST.

 Hin er fyrrverandi forsætisráðharrin í Niger, Ibrahim Mayaki, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369