- Tíðindi, mentan og ítróttur
Novo Nordisk byggir út fyri 800 mió. kr.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/novo_nordisk.jpg?itok=AS4Clt9u)
Novo Nordisk boðar frá, at fyritøkan fer at útbyggja verksmiðjuna í Kalundborg fyri 800 milliónir kr.
Í hølunum í Kalundborg verða fleiri sløg av insulin gjørd til fólk, sum hava sukursjúku.
Og við útbyggingini væntar fyritøkan, at enn fleiri sløg av insulini verða gjørd, tí stór menning er á økinum.
Ætlanin er at fara undir útbyggingina í Kalundborg í 2022, upplýsir fyritøkan í tíðindaskrivi.
Byrjaðu í 1969
Verksmiðjan í Kalundborg byrjaði sítt virksemi í 1969, og har starvast meira enn 3.000 fólk.
Varastjórin hjá fyritøkuni í Kalundborg, Michael Hallgren, sigur, at útbyggingin er ætlað til at menna virksemið í Kalundborg og í Danmark sum heild.
Umleið helvtin av øllum insulini, sum fyritøkan selur, verður gjørd í Kalundborg, og síðani aldarskiftið hevur Novo Nordisk nýtt 16 milliardir kr. til at menna virksemið av insulini.
Novo Nordisk hevur eisiniætlanir um at gera eina diabetes-miðstøð í Føroyum.