- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg ætlar at minka útlátið eina helvt í 2050
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/erna_solberg.jpg?itok=UOpSWAoW)
Noreg hevur sett sær fyri at minka útlátið av veðurlagsgassum eina helvt í 2050, kanska 55 prosent.
Tað boðaðu umboð fyri teir tríggjar stjórnarflokkarnar frá í dag.
Orsøkin til boðini er, at ST hevur biðið londini um at endurskoða veðurlagspolitikkin, og at boða ST frá tí í seinasta lagi í ovurmorgin, t.e. sunnudagin.
Avgerðin skal vera samsvara við samtyktina, sum varð gjørd í París í 2015.
Í boðunum frá norsku stjórnini stendur, at Noreg fer hetta til 2030 at minka útlátið 40 prosent samanborið við útlátið í 1990, og tað verður gjørt í samstarvi við ES.
Tað boðaði Noreg ST frá í 2016, og samtykti avgerðina við lóg árið eftir.
Nú er so málið at minka útlátið eina helvt í 2050, kanska 55 prosent, boðar Noreg ST frá.