Leggur frá sær - hevur havt samband við tannáring

Leggur frá sær - hevur havt samband við tannáring
Skotski fíggjarmálaráðharrin hevur biðið drongin og familju hansara um umbering
Derek Mackay hevur lagt frá sær sum fíggjarmálaráðharri í Skotlandi
 
06.02.2020 - 14:59

Skotski fíggjarmálaráðharrin, Derek Mackay, leggur frá sær, eftir at hann er lagdur undir at hava sent hundraðtals boð til ein 16 ára gamlan drong á sosialum miðlum. 

Sambært blaðnum, The Scottish Sun, skal Mackay hava havt samband við tannáringin í hálvt ár, og hevur umrøtt hann sum snotiligan.

Fíggjarmálaráðharrin skal hava sent dronginum tilsamans 270 boð á Instagram og Facebook, skrivar The Scottish Sun.

Mackay játtar, at hann hevur borið seg skeivt at, og tekur avleiðingarnar av tí. Hann hevur biðið drongin og familju hansara um umbering, skrivar BBC.

Skuldi leggja fíggjarlóg fram

Ráðharrin leggur frá sær bara fáar tímar fyri, at hann í dag skal leggja fram fíggjarlógina fyri næsta ár.

Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, sigur, at hon tekur avgerðina hjá Mackay til eftirtektar.

Tað er mamma 16 ára gamla drongin, sum hevur biðið um, at Mackay skal missa ráðharrasessin. 

Mackay tók við sum fíggjarmálaráðharri í mai 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369