Javnt á undanvalinum í Iowa

Javnt á undanvalinum í Iowa
Bara 0,1 prosentstig skilja teir báðar fremstu demokratarnar eftir undavalið í Iowa
Pete Buttigieg, valevni hjá Demokratunum til forsetavalið í USA, heilsar uppá fólk á einum valfundi í býnum Hampton, New Hampshire
Mynd: AP  
 
06.02.2020 - 08:47

Teir báðir eru Pete Buttigieg og Bernie Sanders. Tað var úrslitið, tá 97 prosent av atkvøðunum vóru taldar, skrivar NTB. Báðir høvdu fingið 26,1 prosent av atkvøðunum, vísir uppgerðin.

Triðja valevnið, Elizabeth Warren, fekk 18,2 prosent av atkvøðunum, og fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, fekk 15,8 prosent. Týsdagin verður næsta undanvalið, og tað verður í New Hampshire, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369