- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lodnan stóran týdning fyri búskapin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lodnuskip.png.jpg?itok=95tXcfvj)
Árini 2016 til 2018 var lodna næst størsta útflutningsvøra Íslands. Bara toskur var størri. Ísland útflutti lodnu fyri 970 milliónir krónur í miðal um árið hesi trý árini.
Toskur varð útfluttur fyri góðar fimm milliardir krónur. Í fjør var eingin lodna, men Ísland útflutti lodnu, sum var á goymslu, fyri 430.000 krónur. Í ár er heldur eingin lodna funnin enn, men leitað verður nú í februar.
>> SÍ EISINI Eingin lodna til
Íslendska fíggjarmálaráðið sigur, at verður lodna funnin, legst hálvt prosent afturat búskapinum, um líka nógv lodna verður útflutt sum í 2016, 2017 og 2018.
Men tey, sum hava útflutt lodnu, hava funnið sær onnur mið. Makrelkvotan er 20 prosent størri í ár enn í fjør.
Alifiskur er dupult so nógvur nú. Í fjør varð íslendskur alifiskur útfluttur fyri eina milliard og 350.000 krónur í okkara pengum.