- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iowa: Fyrstu úrslitini komin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/pete_buttgieg.jpeg?itok=69OkGP2U)
Ein partur av úrslitinum av undanvalinum í Iowa er nú almannakunngjørdur, men talan er bara um 71 prosent av atkvøðunum, sambært BBC, sum eru taldar, og úrslitið kemur næstan eitt samdøgur seinni enn ætlanin var.
Pete Buttigieg, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Indiana, stendur til at fáa sløk 27 prosent av atkvøðunum, Bernie Sanders, góð 25 prosent, á triðja plássi er Elizabeth Warren við góðum 18 prosentum.
Tað eru bara 71 prosent av atkvøðunum taldar, so úrslitið kann broytast, tá liðugt er at telja. At 38 ára gamli Pete Buttigieg fór at fáa so nógvar atkvøður, var ikki væntandi, sigur tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio í USA, Steffen Kretz.
>> SÍ EISINI Atkvøðugreiðsla merkt av ruðuleika
Steffen Kretz sigur, at Buttigieg nú tykist at kunna vinna atkvøður í teimum økjunum sum Donald Trump, forseti vann seinast, og tað hevur týdning fyri Demokratiska flokkin.
Tveir av trimum demokratiskum veljarum siga, at tað sum hevur størst týdning, er at finna eitt valevni sum kann vinna á Donaldi Trump, forseta, í november.
Bernie Sanders er tann elsti av demokratisku valevnunum, men hóast tað, so fekk hann nógvar atkvøður.
Republikanararnir eisini undanval mánadagin
Fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, gjørdist nummar fýra við góðum 15 prosentum, men mett var ikki, at hann fór at standa seg væl í Iowa.
Hann hevur annars ligið á odda í veljarakanningum í fleiri mánaðir. Republikanararnir høvdu eisini undanval í Iowa mánadagin.
Hjá teimum kom úrslitið stutt eftir at valið var av. Og Donald Trump, forseti, sum stillar uppaftur, fekk 98 prosent av atkvøðunum, og øll tey 38 valfólkini.