ES-skip vilja sleppa at fiska í bretskum sjógvi

ES-skip vilja sleppa at fiska í bretskum sjógvi
Boris Johnson, forsætisráðharri, sigur, at Bretland krevur at fáa fult ræði á egnum sjóøki í hesum árinum
Michel Barnier, ES-samráðingarleiðari, og Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri
 
04.02.2020 - 16:01


Tað er eitt ófrávíkiligt krav frá ES, at skip úr ES-londunum sleppa at fiska í bretskum sjógvi.

Tað sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, nú samráðingarnar um framtíðar samstarvið millum partarnar byrja.

Bretland fær ikki líka góðar sømdir, sum landið hevði fingið sum limur í samveldinum, men fyri tað kann talan verða um eina góða avtalu, leggur samráðingarleiðarin aftrat, skrivar KNR.

Í eini røðu í London í gjár, segði Boris Johnson, forsætisráðharri, at Bretland ikki sum er fer at vísa krøvunum frá ES aftur.

Fult ræði í hesum árinum 

- Vit fara ikki at seta okkum upp ímóti at gera avtalu um fiskirættindi, men eitt krav verður, at Bretland seinast í hesum árinum hevur fult ræði á bretska sjóøkinum, sigur Johnson.

Londini hava 11 mánaðir at finna eina loysn á teimum viðurskiftum, sum skulu vera galdandi í framtíðini. Semja er kortini um, at skotbráið kann leingjast í upp til tvey ár, um partarnir semjast um tað.

Boris Johnson hevur longu sagt, at allar avtalur skulu vera gjørdar, áðrenn árið er liðið, og at freistin ikki verður longd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369