Atkvøðugreiðsla merkt av ruðuleika

Atkvøðugreiðsla merkt av ruðuleika
Fyrstu úrslitini frá tilnevningini hjá Demokratunum til amerikanska forsetavalið skuldu eftir ætlan koma í nátt, men enn er einki komið
Veljarar skráseta seg á Roosevelt High School, mánadagin 3. februar 2020, í Des Moines, Iowa
Mynd: AP  
 
04.02.2020 - 08:13

Keldur siga við CNN, at úrslitini koma seinni í dag, lokala tíð. Orsøkin er, at úrslitini frá ymsu veljarafundunum skulu gjøgnum eftirlit.

Vit tryggja okkum, at tølini eru neyv. Fólk atkvøða framvegis, og vit arbeiða við at fáa úrslitini klár, stendur í frágreiðing frá Demokratunum í Iowa, sambært NBC.

Óreglusemi staðfest í uppteljingini

Umboð fyri valstríðið hjá tveimum av forsetavalevnunum siga við CNN, at tey hava fingið at vita, at appin, sum úrslitini skulu leggjast inn í, er vorðin óvirkin.

Men bara góðan tíma seinni boðar samskiftisdeildin hjá sama flokki frá, at atkvøðugreiðslan dregur út, tí óreglusemi er staðfest í uppteljingini. Tí skal alt kannast av nýggjum

 >> SÍ EISINI Fyrsta demokratiska undanvalið verður í dag

Og samstundis verður vissað um, at einki annað er galið, bara tøkniligur trupulleiki.

Umframt appina, sum úrslitini skulu sendast til, brúka vit eisini myndir av úrslitunum og skjølum, fyri at tryggja okkum, at úrslitini samsvara, og at tølini, sum vit senda inn, eru røtt, sigur Mansy McClure, samskiftisstjóri hjá Demokratunum í statinum Iowa.

Amerikanska valskipanin er serlig. Tilnevningin byrjaði klokkan 19 lokala tíð í gjárkvøldið. Demokratarnir savnast í ítróttarhallum og samkomuhúsum kring alt Iowa, har kandidaturin í Iowa verður funnin. 

Vinnarin fær nógv uppmerksemi

Vinnarin fær nógv uppmerksemi í fjølmiðlum og størri fíggjarligan stuðul, men søguliga sæst, at tann, sum vinnur í Iowa, ikki altíð verður endaligi vinnarin í tilnevningarvalinum.

Besta dømið um tað var í 1992. Tom Harkin vann tilnevningina hjá Demokratunum í Iowa tepurt. Bill Clinton gjørdist nummar fýra við bara 2,8 prosentum av atkvøðunum. 

Men Bill Clinton fótaði sær tó aftur, hann gjørdist forsetavalevni og hann vann á George Bush, eldra, á valinum í 1992.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369