Fyrsta demokratiska undanvalið verður í dag

Fyrsta demokratiska undanvalið verður í dag
Valið í Iowa stendur millum fýra valevni, og meiningakanningar vísa, at tað stendur á jøvnum millum øll fýra
Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, er millum teirra, sum royna at gerast demokratiskt forsetavalevni í heyst
 
03.02.2020 - 15:00

Í dag byrjar kappingin um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, sum skal bjóða Donald Trump, forseta, av á valinum í november.

Fyrsta umdanvalið er í Iowa í dag, og í næstu viku er undanval í New Hampshire.

Síðani vera valini, eitt fyri og annað eftir, til út á summarið.

Í Iowa verður mest tosað um royndu politikararnar, 77 ára gamla Joe Biden, 78 ára gamla Bernie Sanders, 70 ára gomlu Elizabeth Warren og so 38 ára gamla Pete Buttigieg.

Tvey teirra eru moderat, og tvey eru vinstravend.

Stendur á jøvnum

Meiningakanningar vísa, at tað er sera javnt millum øll fýra valevnini, og ongantíð hevur verið so javnt, áðrenn kappingin um at gerast forsetavalevni byrjar av álvara.

3. mars verður sonevndi supertýsdagurin, og tá fer sera múgvandi, Michael Bloomberg, at bjóða seg fram til at gerast valevni, so hann kann bjóða Donald Trump av í november.

At tað stendur á jøvnum í kanningunum, ger, at orðadrátturin millum valevnini er harðnaður nógv seinastu dagar, og serliga er orðaskiftið hvast ímillum Sanders og Warren, sum bæði royna at tekkjast vinstravendu demokratisku veljarunum.

Landsfundur í juli

Tá undavalini eru av, verða 12 valevni eftir, og eitt av teimum skal so demokratiski flokkurin velja at bjóða Trump av. Tað verður gjørt á landsfundinum hjá flokkinum í juli.

Fleiri onnur demokratisk valevni eru eisini stillað upp, men tey liggja langt undir hinum fýra í meiningakanningunum.

Valevni, sum fáa minni enn 15 prosent av atkvøðunum, noyðast at lata sínar atkvøður fara til eitt av kendaru valevnunum, skrivar DN.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369