- Tíðindi, mentan og ítróttur
Corona: Tveir danir avbyrgdir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/corona_og_danmark.jpg?itok=Gx3FUy-b)
Tveir danir eru avbyrgdir eftir at teir í nátt vórðu fingnir heim úr Hubei-landslutinum í Kina, tí illgruni er um, at teir eru smittaðir við coronavirusinum.
Eitt hernaðarflogfar kom í nátt til Roskilde við teimum 10 dønunum, sum høvdu verið í Hubei-landslutinum.
Stutt eftir, at fólkini vóru komin heim, vórðu tvey teirra avbyrgd, sigur Anne-Marie Vengsted, stjóri í Stýrinum fyri sjúklingatrygd, sambært DR.
– Metingin er, at tvey fólk eru í stórum smittuvanda, og vit hava tí avtalað, at tey skulu avbyrgjast í 14 dagar. Hini átta fólkini meta vit ikki, eru smittað við coronavirusinum. Tey eru øll væl og virðiliga kunnað um, hvørji fyrivarni, tey skulu taka.
Fylgja væl við
Tað sigur Anne-Marie Vengsted, ið samstundis undirstrikar, at Stýrið fyri sjúklingatrygd fer at hava eitt vakið eyga við teimum fólkunum, sum eru flogin heim úr Hubei-landslutinum í Kina.
Tey 10 fólkini vórðu fyrst flogin úr Wuhan, sum er miðdepil fyri coronavirusið, við einum fronskum flogfari til Suðurfraklands. Haðani vórðu tey flogin víðari til eina hernaðarfloghavn í Brússel, har tann eini danin varð lagdur inn á sjúkrahús.
Tá fólkini komu til Danmarkar, kannaðu læknar frá Stýrinum fyri sjúklingatrygd fólkini, og tað var tá, at heilsumyndugleikarnir mettu, at tvey fólk skulu avbyrgjast í 14 dagar.